Leys størv

Leiðari til 62°N Hotel

62°N er ein av fremstu fyritøkunum innan ferðavinnu í Føroyum. Vit veita heildarloysnir innan ferðing bæði út í heim og í Føroyum, samskipa tiltøk & ráðstevnur, hotell, vinnuferðir, starvsfólkaferðir o.a. Vit hava meira enn 60 ára royndir og leggja stóran dent á dygdargóða tænastu á øllum okkara økjum.

Ert tú okkara nýggi 62°N Hotel leiðari?

Vit leita eftir einum ágrýtnum leiðara til 62°N Hotel, ið sær møguleikar og hevur hug at menna og leiða 62°N Hotel, ið liggur mitt í hjartanum í Havnini. Hetta er eitt spennandi starv fyri teg, sum hevur drívmegi, strategiska fatan og evni at skapa framúr góðar upplivingar til okkara gestir.

Uppgávurnar fevna m.a. um

Hvør ert tú?

Vit leita eftir tær, sum hevur:

Vit bjóða tær:

Umsókn og meira kunning

Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Leivur Samuelsen, stjóra, á tlf. 73 35 05 ella við telduposti á leivur@62n.fo.

Umsóknir skulu sendast til starv@62n.fo í seinasta lagi hósdagin 20. mars 2025. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Les meira um okkum á www.62n.fo.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!